Ongir Oyggjaleikir í summar

26.09.2020 - 18:38
Innlendis
Ongir Oyggjaleikir í summar
Altjóða oyggjaleikanevndin hevur avgjørt at útseta oyggjaleikirnar, sum skuldu vera á Guernsey

Oyggjaleikirnir, sum skuldu vera á Guernsey summarið 2021, eru útsettir. Tað var niðurstøðan av aðalfundi í altjóða oyggjaleikanevndini nú seinnapartin.

Á aðalfundinum bleiv kunngjørt, at Oyggjaleikirnir 2021, sum skuldu verða á Guernsey, verða útsettir. Á aðalfundinum bleiv áherðsla løgd á, at Oyggjaleikirnir verða útsettir, og harvið er ikki talan um eina avlýsing av Oyggjaleikunum á Guernsey.

Avgerðin um at útseta Oyggjaleikirnar er tikin í samráð millum fyriskipararnar á Guernsey og Altjóða Oyggjaleikanevndina, og er grundað á Covid-19 støðuna.

Hoyr samrøðu við Elina Heðinsdóttir Joensen, ÍSF forseta.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808