Borðtennislegenda verður flaggberi á Oyggjaleikunum.

bannari
Borðtennislegenda verður flaggberi á Oyggjaleikunum.
Peter Hentze Niclasen skal bera Merkið, tá limaoyggjarnar marsjera inn undir setinini av Oyggjaleikunum á Guernsey leygardagin
Peter Hentze Niclasen verður flaggberi á Guernsey
Mynd: ÍSF  
 
05.07.2023 - 16:26

Oyggjaleikirnir á Guernsey verða settir leygarkvøldið 8. juli kl. 18 á Albert Pier í St Peter Port.

Stóra hátíðarhaldið er týðandi partur av leikunum, og setanin hevur fleiri siðbundin innsløg, sum eru føst á hvørjum leikum, skrivar ÍSF.

Tá limaoyggjarnar marsjera inn, gongur ein flaggberi fremst við Merkinum saman við einum vatnbera.

Borðtennislegendan Peter Hentze Niclasen fer at bera Merkið leygarkvøldið. Peter Hentze Niclasen man verða ein tann føroyingurin, sum hevur luttikið á flest oyggjaleikum tilsaman. Hann hevur verið við til allar oyggjaleikirnar líka síðan 1989, tó undantikið 2013, tá borðtennis ikki var á skránni. Í 1989 - 2005 sum leikari, 2007-2011 sum venjari og frá 2011 til í ár sum hjálparvenjari ella leiðari.

Peter hevur eisini verið við til at vinna heiðursmerkir á oyggjaleikunum, bæði sum spælari og sum venjari. Serliga sterkt í minninum er bronsuheiðurmerkið, sum Peter vann í liðkappingi í Føroyum í 1989 og gullheiðursmerkið, sum Durita Fríðadóttur Jensen og Henriette Nørr vunnu í tvímannsleiki á oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017.

 - Tað er ein stórur heiður at bera Merkið til setanina av oyggjaleikunum, tí Merkið er jú samleikaprógv fyri føroyska ítróttarhópin, og samstundis føli eg tað sum eitt herðaklapp at blíva spurdur um hesa tænastu, sigur Peter Hentze Niclasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083