Sámuel beinrakin fyri Oyggjaleikir

bannari
Sámuel beinrakin fyri Oyggjaleikir
Føroyski landsliðsskjúttin Sámuel Petersen vann gull í U21-bólkinum í compound í norðurlendsku ungdómsmeistarakappingini í bogaskjóting um vikuskiftið
Sámuel Petersen er væl fyri, nú Oyggjaleikirnir á Guernsey nærkast
Mynd: Bogaskjótisamband Føroya  
 
04.07.2023 - 16:23

Føroyski landsliðsskjúttin Sámuel Petersen er væl fyri, nú Oyggjaleikirnir nærkast.

Hann vann gull í U21-bólkinum í compound í norðurlendsku ungdómsmeistarakappingini í bogaskjóting um vikuskiftið, skrivar Bogaskjótisamband Føroya.

20 ára gamli compound-skjúttin vann gull í einstaklingakappingini í U21-bólkinum og silvur í liðkappingini.

Góða úrslitið hjá Sámuel ber boð um, at hann hevur ment seg nógv sum bogaskjútti seinasta árið. Hann var nevniliga eisini við á NUM í Kemi í Finnlandi í fjør summar, og tá bleiv hann nummar fýra í einstaklingakappingini í compound í bólkinum 18-20 ár og vann bronsu í liðkappingini á einum blandaðum norðurlendskum liði.

At formurin hjá Sámuel er so góður, ger tað ikki minni hugaligt hjá føroyska landsliðnum í bogaskjóting, sum seinni í vikuni fer til Guernsey at kappast á Oyggjaleikunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221