Kundu ikki eftirlíka krøv frá venjaranum

01.10.2020 - 13:47
ÍtrótturFótbóltur
Kundu ikki eftirlíka krøv frá venjaranum
Glenn Ståhl varð týskvøldið brádliga sagdur úr starvinum sum venjari hjá NSÍ
Samstarvið millum NSÍ og Glenn Ståhl er hildið uppat

Glenn Ståhl hevði nøkur krøv til nevndina í NSÍ, sum nevndin ikki kundi eftirlíka, og tí steðgaði samstarvið.

Tað sigur Dánial Hansen, formaður í NSÍ, eftir at venjarin hjá besta mansliðnum í fótbólti hjá NSÍ brádliga varð sagdur úr starvi týskvøldið.

Tað verða Jens Martin Knudsen og Poul Helgi Jacobsen, sum fara at standa á odda fyri NSÍ, tað sum er eftir av kappingarárinum.

Teir hava báðir verið partur av venjaratoyminum hjá NSÍ í hesum kappingarárinum, og verða, sambært formanninum í NSÍ, javnsettir sum fyribilsvenjarar, til ein nýggj loysn er funnin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904