Tær bláu framvegis fremstar

Tær bláu framvegis fremstar
Bæði KÍ og NSÍ vunnu sínar dystir í Betri-deildini við kvinnum, og tí eru tær bláu framvegis trý stig frammanfyri runavíkingar
Eyðvør Klakstein vísti aftur sítt virði við tveimum málum ímóti endanum ímóti Fridrikku Clementsen og teimum í HB
Mynd: Rói Sørensen/HB  
 
21.09.2025 - 15:31

Bæði KÍ og NSÍ vunnu sínar dystir í bestu fótbóltsdeildini við kvinnum í dag, og tí er støðan í oddinum óbroytt. Klaksvíkingar eru trý stig frammanfyri runavíkingar, og málmunurin hjá teimum bláu er eisini munandi betri.

KÍ fekk kortini ein hvøkk, tá Elin Maria Isaksen legði gestirnar úr HB framum stutt eftir steðgin í dystinum í Klaksvík. Leiðslan helt kortini ikki meir enn fýra minuttir, áðrenn Maria Vinjardsdóttir Johansen javnaði fyri vertirnar.

Tað var kortini ikki fyrrenn ímóti endanum, at heimaliðið við trimum skjótum málum tryggjaði sær týðandi sigurin. Eyðvør Klakstein skeyt tvey, meðan Tóra Mohr skoraði eitt. 4-1 til KÍ, sum við einum sigri á Víkingi í næstseinasta umfari næstan kann tryggja sær meistaraheitið.

NSÍ gjørdi sína skyldu við 3-1 sigri á Víkingi í Sarpugerði. Heidi Sevdal legði útiliðið framumfyri steðgin, áðrenn Jensa Tórálvsdóttir javnaði fyri vertirnar. Brá Zakariasardóttir avgjørdi síðan dystin við tveimum málum, og NSÍ man vóna, at Víkingur kann gera teimum eina tænastu ímóti KÍ, áðrenn síðsta umfar, tá oddaliðini bresta saman.

Áðrenn tað skulu KÍ og HB dystast í finaluni í steypakappingini. Hon verður næsta leygardag á Tórsvølli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136