Gera berghol til Vestmanna fyrst

05.10.2020 - 12:20
InnlendisPolitikkur
Gera berghol til Vestmanna fyrst
Trygdin kemur fram um ferðslutíttleikan, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Berghol skal gerast til Vestmanna, áðrenn Gøtudalstunnil verður gjørdur, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum

Trygdin kemur fram um ferðslutíttleikan.

Tí skal berghol gerast til Vestmanna fyrst, áðrenn berghol verður gjørt í Gøtudali, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Fimm milliónir krónur eru settar av í 2022 og 15 millionir í 2023 til farleiðina til Vestmanna. Sambært búskaparfrágreiðingini verða pengar eisini játtaðir árini 2024-2027. 

Skotið er upp at játta 368 mió. kr. árini 2022-2027. 

Hetta er beint ímóti samferðsluætlanini hjá Landsverki. Í henni verður mælt til at gera Gøtudalstunnilin frá 2022 til 2025.

Vestmannatunnil í 2030

Í samferðsluætlanini stendur farleiðin til Vestmanna ikki á skránni fyrr enn í 2030.

Sambært samferðsluætlanini verður ikki mett at vera neyðugt at broyta farleiðina til Vestmanna við verandi ferðslu og framkomuleika.

Men annars eru, sambært Landsverki, tríggir møguleikar, berghol úr Kvívík, berghol frá Leynavatni og brúgv úr Oyrargjógv.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561