Fekk linari revsing enn ákæruvaldið kravdi

07.10.2020 - 09:59
InnlendisSamfelag
Fekk linari revsing enn ákæruvaldið kravdi
Ákæruvaldið hevur ikki tikið støðu til, um dómurin í Føroya rætti skal kærast
Linda Hesselberg, ákæri

Ein 46 ára gamal maður varð í Føroya rætti í gjár dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í tvey ár og níggju mánaðir fyri grovt svik og skjalafalsan fyri slakar 5,2 milliónir krónur.

Ákæruvaldið kravdi trý ár og seks mánaða treytaleysa fongsulrevsing.

Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at enn er støða ikki tikin til, um dómurin verður skotin inn fyri hægri rætt.

Bjørn á Heygum, verji hjá dømda manninum, hevur heldur ikki tikið støðu til, um dómurin skal kærast.

 
Er kopiera

Sí eisini

23.01.17
64008
  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375