- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir bústaðir tódna niður í ein til 18 búfólk
Tað er stórt afturstig, nú bara ein vardur bústaður verður bygdur til 18 fólk, og ikki tveir til 36 fólk, sum annars stóð í løgtingslógin frá 2018.
Tað sigur Fía Petersen, dagligur leiðari í Javna.
Í 2018 samtykti løgtingið at heimila landsstýrismanninum at byggja tveir vardar bústaðir í Havn til 36 fólk við menningartarni. Annað heimið skuldi byggjast á Mýrini, og tosað hevur verið um at byggja hitt í Dýrindalsgøtu í Hoyvík.
Men síðani er lítið hent í málinum.
Broytir lógina
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2021 og 2022 eru pengar bara settir av til ein vardan bústað í Havn, og nú hevur landsstýriskvinnan við almannamálum sent eitt uppskot til hoyringar um at broyta løgtingslógina frá 2018.
Broytingin hevur við sær, at í staðin fyri tveir, verður bara ein vardur bústaður bygdur, og at tær 58 milliónirnar krónurnar , sum vóru játtaðar, verða skornar niður í 47 milliónir.
Tak niður
Sí eisini