Roynir at fáa semju um fíggjarlógina

11.10.2020 - 16:40
Innlendis›Politikkur
Roynir at fáa semju um fíggjarlógina
Fíggjarnevndin er farin at viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár
Magnus Rasmussen er formaður í fíggjarnevndini

Formaðurin í fíggjarnevndini heldur, at orðaskiftið um fíggjarlógina vísti, at møguleikar eru fyri at fáa nevndina at semjast um eitt felags álit.

Sambært uppskotinum verður hallið á fíggjarlógini næsta ár mett til 172 milliónir krónur, men tá verður ikki lagt upp fyri koronuátøkum.

Enn er korona í samfelagnum, men Magnus Rasmussen, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at av tí at alt er so óvist, torir nevndin ikki at meta um, hvussu stórur fíggjarligi tørvurin verður, um koronuátøk skulu setast í verk næsta ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213