Fleiri kvinnur skulu í bý- og bygdaráðini

14.10.2020 - 18:14
Innlendis
Fleiri kvinnur skulu í bý- og bygdaráðini
Demokratia vil eggja fleiri kvinnum til at stilla upp til kommunuvalið. Karin Kjølbro heldur, at kvinnur skulu stuðla hvør aðrari í politikki.
Mynd frá kommunuvalinum í 2016

Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, at kvinnur ofta eru undirumboðaðar á upstillingarlistunum, og av tí sama undirumboðaðar í bý- og bygdaráðum og í løgtinginum. Tað stendur skrivað í javnstøðukanningini Ymiskar Fortreytir, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt.  

Føroyingarnir sum vórðu spurdir í hesi kanningini vóru ikki samdir í, um vit skulu hava javnari umboðan á upsstillingarlistunum. Serliga eru tað menn, ið seta seg ímóti, at hava javna kynsumboðan á uppstillingarlistum, meðan helvtin av kvinnunum ynskja javna kynsumboðan. Hetta bendir á, at menn og kvinnur hava eina rættiliga ymiska fatan av teimum avbjóðingunum og forðingunum, sum eru við at stilla upp til val.

Og tað endurspeglast eisini aftur í býtinum av kommunustýris- og borgarstjórasessum.

29 kommunur eru í Føroyum, men tað eru bert sjey kvinnuligir borgarstjórar. Tær eru í Tórshavnar-, Vága-, Sørvágs-, Kunoyar-, Hvannasunds-, Húsavíkar- og Fugloyar kommunu. Eingir kvinnuligir borgarstjórar eru í Suðuroynni ella Eysturoynni.

Eitt av teimum sjey undantøkunum er Eyðdis Hartmann Niclasen. Hon hevur seinastu fýra árini verið borgarstjóri í Vága Kommunu, men hon stillar ikki upp aftur til komandi kommunuval. 

- Politiska arbeiði er ikki øðrvísi hjá eini kvinnu enn tað er hjá einum manni, og tí er eingin orsøk at aftra seg, sigur ein av fáu kvinnuligu borgarstjórunum.

 

Hoyr innslagið har Eyðdis Hartmann Niclasen, Karin Kjølbro og Kristina Gry Berg greiða frá um javnstøðu og kommunuval.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846