Annar parturin má flyta seg

17.10.2020 - 13:10
Útheimurin
Annar parturin má flyta seg
Um ES ynskir at fáa Bretland aftur til samráðingarborðið, so mugu teir flyta seg, sigur Áki Johansen, sendimaður í London
Áki Johansen, sendimaður í London

Samráðingarnar millum Bretland og ES um eina handilsavtalu millum partarnar eftir Brexit, eru lidnar. Tað hevur umsitingin hjá forsætisráðharranum Boris Johnson váttað.

Somikið langt er millum partarnar, at bretar siga tað verða óneyðugt at halda fram, uttan so, at ES grundleggjandi broytir støðu.

Franski Evropa ráðharrin, Clement Beaune, segði við BBC í gjár, at ES fer ikki eftir eini semju fyri einhvønn prís, men tey eru enn sinnaði at lurta eftir Bretlandi.

Vónin ikki slept enn

Michel Barnier, samráðingarleiðari hjá ES, skal til London í næstu viku. Sambært keldum er vónin um eina semju ikki slept enn, um enn hon er ósannlík.

Millum stóru ósemjurnar eru atgongdin hjá fiskiførum úr ES at fiska í bretskum sjógvi og statslig hjálp til vinnufyritøkur.

Sambært Áka Johansen, sendimanni Føroyar í London, eru samráðingarnar ikki slitnaðar, men annar parturin má flyta seg, um ein semja skal fáast í lag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. desember
Jambalaja - 131225
201467
Leygardag 13. desember
Vikugesturin: Hetta kann eg ikki liva við
201465
Leygardag 13. desember
Vikan 13. desember 2025
201459
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392