Ógreitt hvørji undantøk verða givin

18.10.2020 - 15:02
Innlendis›Heilsa
Ógreitt hvørji undantøk verða givin
Felagið Føroyskir Sjúkrafrøktarfrøðingar hava ikki enn svarað endaliga, hvørji undantøk verða givin
Sjúkrarøktarfrøðingar fara í verkfall í morgin árini klokkan sjey

Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahús bíða enn eftir svari frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, um tey fáa tey undantaksloyvi, tey hava biðið um í sambandi við verkfallið, sum er lýst at byrja í morginárini klokkan sjey.

Á Landssjúkrahúsinum er verkfall lýst fyri sjúkrarøktarfrøðingar á G4 og operatiónssjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini. 

Margit Stórá, varastjóri Sjúkrahúsverki Føroya, sigur við útvarpið, at tey hava biðið um undantøk. Tey hava fingið nøkur undantøk, men hava tó ikki fingið svar upp á alt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115