Jeppe Kofod meldaður fyri neyðtøku

20.10.2020 - 14:24
InnlendisPolitikkur
Jeppe Kofod meldaður fyri neyðtøku
Fleiri borgarar hava meldað fyri hendingina í 2008
Málið um, at Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, framdi kynsligan ágang móti einari 15 ára gamlari gentu, spøkir enn, og nú er hann meldaður fyri neyðtøku
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, er meldaður fyri neyðtøku.

Tað er ikki kvinnan sjálv, sum hevur meldað, men fleiri borgarar hava meldað Kofod fyri eina hending á Esbjerg Højskole í 2008, har hann hevði kynsligt samband við eina 15 ára gamla kvinnu.

Tað váttar løgreglan í Suðurjútlandi.

Málið skal nú til løgfrøðiliga meting, og tí hevur løgreglan ikki fleiri viðmerkingar.

Hoyr Kaj Joensen, tiðindamann á Christiansborg, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533