Løgreglan skal uppstigast úti í lokaløkinum

Løgreglan skal uppstigast úti í lokaløkinum
Danski løgmálaráðharrin, Søren Pape Poulsen, ætlar at broyta nýskipanina, sum í 2007 varð gjørd innan donsku løgregluna
 
18.02.2018 - 17:30

Tá varð talið av politiøkjum minkað úr 54 niður í 12,  smáar løgreglustøðir vóru stongdar og starvið landbetjent - løgreglumaður á bygd, fóru í søguna. 

- Vit eru nú aftur har, har vit hava tørv á meiri lokalari løgreglu. Tað hevur týdning fyri meg, at fólk skulu kenna seg trygg í øllum Danmark, - at tú veitst, at løgreglan er í nánd, hóast tú ikki býrt í einum øki, har kúlurnar flúgva um oyrini á tær, sigur Søren Pape Poulsen við Jydske Vestkysten. 

Flóttafólkastreymurin avhæsaður

Yvirgangsálopini í Keypmannahavn í 2015, økt eftirlit við landamørkini og tilflytara-harkalið í opnum kríggi á Nørrebro, hava merkt, at løgregludeildir í Jyllandi og Fyn eru drenaðar fyri fólk.

Løgmálaráðharrin sigur, at nú er ikki longur sama trýst á løgregluna, tí streymurin av flóttafólkum er avhæsaður, harkaliðini halda seg í skinninum og meira enn 600 næmingar aftrat eru tiknir inn á politiskúlan, - og hesir næmingar eru nú so smátt á veg út í løgregluøkini.

- Alt 2018 skal tí verða merkt at trygd í nærumhvørvinum, sigur ráðharrin.

Søren Pape Poulsen hevur biðið Ríkisløgregluna um at koma við boði um, hvussu hetta kann fremjast í verki, og vera í tráð við politisku ætlanir hjá mær um størri trygd í samfelagnum, sigur ráðharrin við blaðið.

Søren Pape Poulsen fær uppskotið frá Ríkisløgregluni í vár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844