Ósamd um útrokningina

20.10.2020 - 10:02
Innlendis›Samfelag
Ósamd um útrokningina
Fíggjarmálaráðið bjóðar somu lønarhækking, sum hini feløgini hava fingið, men sjúkrarøktarfrøðingarnir góðtaka ikki útrokningina
Óluva í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum

Forkvinnan í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, sigur, at mátin at útrokna lønarhækkingina er eitt av málunum, sum skilir partarnar.

Fíggjarmálaráðið segði í tíðindaskrivi, at tað legði upprunaliga upp til null prosent í lønarhækking hesaferð, men í royndini at finna semju bjóðaði Fíggjarmálaráðið sjúkrarøktarfrøðingunum somu

lønarhækking - 5,8 prosent í trý ár - sum hini fakfeløgini hava fingið, men felagið tók ikki av.

Óluva í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, er ikki samd við ráðið, hvussu hækkingin verður útroknað.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026