Fundast klokkan 14

Fundast klokkan 14
Klokkan 14 fara sjúkrarøktarfrøðingarnir á fund við semingsmannin.
 
29.10.2017 - 12:09

Eftir at samráðingarnar millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki góvu nakað úrslit, lýsti felagið arbeiðssteðg fyri narkosusjúkrarøktarfrøðingar frá í morgin klokkan 8.

Tað fekk Lønardeildina at boðsenda semingsmannin, og klokkan 14 verður fundur millum semingsmannin og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Semingsmaðurin kann útseta ein møguligan arbeiðssteðg í eina viku.

Ongar skurðviðgerðir avlýstar

Lýsti arbeiðssteðgurin er fyri narkosusjúkrarøktarfrøðingarnar á Landssjúkrahúsinum, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Ronnie Midjord, stjóri á Landssjúkrahúsinum sigur, at tey enn ikki hava avlýst nakra skurðviðgerð, sum skal vera, tí hann onki hevur frætt frá nøkrum.

Hann bíðar eftir hvat úrslitið verður á fundinum millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og semingsstovnin.

SÍ EISINI: Dagføring: Arbeiðsstegður útsettur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302