ÍSF og sersambondini ganga óvissa framtíð í møti

21.10.2020 - 10:34
Innlendis›Samfelag
ÍSF og sersambondini ganga óvissa framtíð í møti
ÍSF-umsitingini og sersambondini ganga eina óvissa framtíð í møti tí einki nýtt ÍSF-hús stendur klárt, nú gamla húsið verður tikið niður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Ein býarmynd í Havn - ein av hornasteinunum undir føroyskum ítrótti - verður nú ruddað og tikin niður. 

Talan er ÍSF-húsið í Gundadali, sum má víkja, nú Tórshavnar kommuna fer at byggja ein langhyl á økinum, har húsið stendur. 

Seinastu sersambondini og sjálv ÍSF umsitingin pakka í hesum døgum alt niður og gera klárt at flyta út síðst í vikuni. 

Aðalskrivarin í ÍSF, Petur Mittún, viðgongur, at ÍSF og sersambondini ganga eina eitt sindur óvissa hølis-framtíð í møti. 

Hondbótssambandið er størsta sersambandið, sum enn er undir ÍSF og húsast í ÍSF-húsinum. 

Ári Rouch, aðalskrivari í Hondbóltssambandinum, roynir ikki at fjala útyvir, at støðan ikki er nøktandi fyri hondbóltin, sum hevur gjørt risa-framstig seinastu árini. 

Arbeiðið við at finna eina varandi loysn, sum skal húsa ítróttinum í Føroyum er í gongd, sigur Petur Mittún, ÍSF-aðalskrivari. 

Men stóra framgongdin, sum er hend innan hondbóltin seinastu árini, kann gera, at Hondbóltssambandið fer at ger sum Fótbóltssamband Føroya og flyta út undan veingjabreiðinum hjá ÍSF. 

Herfyri flutt Svimjisambandið eisini inn til Runavíkar, og Petur Mittún, ÍSF-aðalskrivari, ásannar, at skal Ítróttarsambandið ikki syndrast, so er neyðugt, at tað hevur skund at fáa bygt eitt nýtt ÍSF-hús. 

ÍSF-húsið var upprunaliga húsið hjá hondbóltsfelagnum Neistanum, sum lat húsið byggja í 1963 og 64. Ítróttarsamband Føroya yvirtók húsið í fyrru helvt av sjeytiárunum og hevur húsast har síðani. Húsið bleiv útbygt rættiliga nógv í 1982. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891