Avlýsa sigling - ikki trygt at leggja at í Havn

05.11.2020 - 13:47
Innlendis›Samfelag
Avlýsa sigling - ikki trygt at leggja at í Havn
Smyril fer síðsta túr av Havnini klokkan eitt korter trý seinnapartin
Tað er ov trongligt hjá Smyrli at leggja at í Havn, og tí verður siglingin seinnapartin avlýst

Strandfaraskipið Smyril avlýsir síðstu túrarnar í dag.

- Tað er ov trongligt hjá Smyrli at leggja trygt at í Tórshavnar Havn, og tí noyðast vit at avlýsa.

Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri, sum ongan framíhjárætt hevur til havnapláss í høvuðsstaðnum.

Smyril fer síðsta túr av Havnini klokkan eitt korter til trý seinnapartin. Skipið kemur ikki norðuraftur seinnapartin, og fer heldur ikki suðuraftur í kvøld.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334