Bústaðarstøðan tyngir tey ungu

24.11.2020 - 18:12
InnlendisSamfelag
Bústaðarstøðan tyngir tey ungu
Annarhvør í aldrinum 25-34 ár kennir seg tyngdan av síni bústaðarstøðu. Vit spyrja landsstýriskvinnuna og býráðspolitikaran, hvat tey ætla

Bústaðarpolitikkurin hjá landsstýrinum hevur verið leingi áveg. Og meðan vit bíða, so leggjast nýggj tíðindi afturat teimum mongu, sum longu eru gjørd um støðuna á bústaðarmarknaðinum. Í síðstu viku frættist frá meklarafyritøku, at tey nú selja hús í høvuðsstaðnum fyri meira enn fimm milliónir krónur. Og miðal sethúsaprísurin er hækkaður umleið 3,5 prosent, bara í ár. Og um dagarnar vísti stóra fólkaheilsukanningin, har 3000 føroyingar hava svarað umfatandi spurnarkanning, at vánaliga støðan á bústaðarmarknaðinum gongur út yvir fólkaheilsuna. Sambært kanningini eru tað tey ungu, sum í nógv størri mun enn tey eldru kenna seg tyngd av síni fíggjar- og bústaðarstøðu. Stóra Fólkaheilsukanningin staðfestir, at í mun til bústaðarstøðu, so er tað serliga tey 25 til 34 ára gomlu, sum hava tað trupult. Annarhvør í hesum aldursbólki kennir seg tyngdan av síni bústaðarstøðu.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, og Tróndur Sigurðsson, komandi formaður í Byggi- & býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð, kjakast um støðuna.


 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. februar
Mono - 110226
204074
Mikudag 11. februar
Eitt korter við klassiskum
204060
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896