Einki barnaheim, men barnabústovnar

26.11.2020 - 18:00
InnlendisPolitikkur
Einki barnaheim, men barnabústovnar
Landsstýriskvinnan væntar at spara pengar við at broyta ætlan
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, ætlar at byggja barnabústovnar heldur enn barnaheim

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur slept ætlanini, sum undanfarna samgonga hevði um at byggja nýtt barnaheim.

Í staðin ætlar hon at byggja barnabústovnar.

Landsstýriskvinnan væntar at spara fitt av peningi við at byggja barnabústovnar í staðin.

Tær 400 milliónir krónurnar, sum Bústaðir sleppa at læna, skulu eisini brúkast til barnabústovnarnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483