Umhugsa nú at herða tiltøkini í Føroyum

bannari
07.12.2020 - 13:43
Innlendis›Heilsa
Umhugsa nú at herða tiltøkini í Føroyum
Løgmaður fer at hava fund við landslæknan og formannin í farsóttarnevndini í morgin
Løgmaður sigur seg vera ørkymlaðan um, at smittutilburðir nú eisini verða staðfestir sætta dag eftir komu til landið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Samstundis sum tiltøkini móti koronu verða herd munandi í Danmark, umhugsa føroyskir myndugleikar eisini møguleikan at seta strangari tiltøk í verk.

Hetta er tíðin, tá nógvir útisetar koma heim at ferðast, og teir skulu vera vælkomnir, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Men hann sigur seg vera ørkymlaðan um, at smittutilburðir nú eisini verða staðfestir sætta dagin eftir komu til landið.

Tí hevur løgmaður biðið landslæknan, formannin í farsóttarnevndini og landsstýrismannin í heilsumálum koma á fund í morgin. Teir fara at viðgera spurningin, um fleiri tiltøk skulu setast i verk millum fyrsta og sætta dag, eftir at fólk er komið til landið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026