Ætla at skipa fyri føroyskum Oyggjaleikum næsta ár

09.12.2020 - 13:11
Ítróttur›Annar ítróttur
Ætla at skipa fyri føroyskum Oyggjaleikum næsta ár
Gongst sum ætlað vera Oyggjaleikirnir frá 8. til 11. juli
Elin Heðinsdóttir Joensen er forseti í ÍSF

Tað er sera óheppið, at ítróttarfólk nú noyðast at bíða í trý aftrat eftir næstu Oyggjaleikunum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya, nú Oyggjaleikirnir, sum skuldu vera á Guernsey næsta ár, eru útsettir til 2023.

Hon sigur at sersambondini í ÍSF arbeiða við einari ætlan um at skipa fyri føroyskum Oyggjaleikum næsta summar. Allar ítróttagreinir undir ÍSF sleppa við.

Føroysku Oyggjaleikirnir verða eftir ætlan frá 8. til 11. juli.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595