Tey fyrstu verða koppsett 27. desember

17.12.2020 - 14:58
InnlendisHeilsa
Tey fyrstu verða koppsett 27. desember
Føroyar fáa 4.770 skamtir í fyrstu syftu, og teir røkka til umleið 2.400 fólk
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, væntar, at tey fyrstu verða koppsett fyri koronu millum jóla og nýggjárs

Gongst sum ætlað, verða tey fyrstu koppsett fyri koronu 3. jóladag, 27. desember.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Tey fyrstu, sum verða koppsett, eru heilsustarvsfólk og starvsfólk í eldrarøktini.

Føroyar fáa 4.770 skamtir í fyrstu syftu, og teir røkka til umleið 2.400 fólk, tí koppsetast skal tvær ferðir.

Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, hevur boðað frá, at danskir myndugleikar rinda eisini fyri alla koppseting í Føroyum og Grønlandi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659