Fáa 600-700 mió. kr. fyri bankan í Danmark

22.12.2020 - 09:57
InnlendisSamfelag
Fáa 600-700 mió. kr. fyri bankan í Danmark
BankNordik hevur selt virksemið í Danmark til Spar Nord
Árni Ellefsen er forstjóri í BankNordik-samtakinum

BankNordik gevst í Danmark.

Bankin hevur selt alt sítt virksemi í Danmark til Spar Nord.

Talan er um 60.000 viðskiftafólk, 132 starvsfólk og 11 deildir.

Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik-samtakinum, væntar at fáa millum 600 og 700 milliónir krónur fyri bankan í Danmark.

BankNordik hevur bara smáar vinnukundar í Danmark, flestu kundarnir eru privatkundar.

BankNordik royndi uttan úrslit at fáa kapitalkrøvini fyri virksemið í Danmark broytt.

70-90 mió. í nettovinningi fyri søluna

Bankin væntar, at sølan fer at geva ein nettovinning millum 70 og 90 mió. kr. í ársroknskapinum fyri 2021.

Sølan ger, at neyðugt verður at siga upp fólki í bankanum.

BankNordik heldur fram í Grønlandi, hóast hann gevst í Danmark.

BankNordik hevur góð 20 prosent av marknaðinum í Grønlandi.

Spar Nord er millum størstu pengarstovnar í Danmark. Høvuðssætið er í Ålborg.
 

Hoyr Árna Ellefsen í útvarpstíðindunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539