Formaðurin: Skipanin eigur at verða broytt

23.12.2020 - 13:51
Innlendis›Samfelag
Formaðurin: Skipanin eigur at verða broytt
Jn.fo fekk ongan miðlastuðul í ár, hóast miðilin hevur fingið stuðul undanfarin ár
Eirikur í Jákupsstovu er formaður í nevndini, sum letur miðlastuðul

Miðlastuðulin tekur lívið av teimum smáu miðlunum, tí hann verður givin út frá skeivum fortreytum.

Tað sigur Jóanis Albert Nielsen, sum starvast á miðlinum jn.fo, sum ongan stuðul fekk í ár.

Nýggi formaðurin í miðlastuðulsnevndini, Eirikur í Jákupsstovu, heldur, at skipanin eigur at verða broytt.

Sosialurin fekk aftur í ár størstu upphæddina. Tey fingu umleið 700.000 krónur av teimum báðum milliónunum.

Miðilin R7, sum hevur boðað frá, at hann gevst á nýggjárinum, fekk knappar 200.000 krónur, tí miðlastuðulin verður latin út frá lønarútreiðslum og virksemi, sum hava verið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541