- Tíðindi, mentan og ítróttur
14 verkætlanir fáa miðlastuðul í ár
Miðlastuðulsnevndin hevur avgjørt at játta seks miðlum stuðul til 14 miðlaverkætlanir í ár.
Tilsamans komu 57 umsóknir.
Nevndin sigur, at umsóknirnar eru mettar út frá journalistiskari dygd og samfelagsligum virði.
Bara miðlar, ið hava ein ábyrgdarhavandi redaktør, og sum fevna um eitt breitt evnisøki og hava ein regluligan tíðindastreym, kunnu søkja um miðlastuðul.
Miðlastuðulsnevndin hevur ítøkiliga lagt dent á trý parametur í viðgerðini: Innihald/hugskot, kostnað og útbúgving/royndir hjá viðkomandi journalisti ella toymi. Grundað á hesi viðurskifti og endamálið við miðlastuðulslógini annars, hevur nevndin gjørt eina heildarmeting av øllum innkomnu umsóknunum.
Fáa helvtina fyrst
Mannagongdin er tann, at helvtin av upphæddini, sum er játtað, verður útgoldin í sambandi við játtanina, meðan hin helvtin verður rindað, tá ið framleiðslan er liðug.
Tvær milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini fyri 2023. 70 prosent av hesum, t.e. kr. 1,4 milliónir kr., eru markaðar til verkætlanir.
600.000 kr. eru markaðar til skjalprógvaðar lønarútreiðslur fyri undanfarna roknskaparár.
Freistin fyri at søkja miðlastuðul til rakstur er 22. august.
Hesar verkætlanir hava fingið stuðul í 2023:
Sosialurin |
Vitjan á smáplássum |
200.000,00 |
Sosialurin |
Ummæli av bókmentum v.m. |
103.000,00 |
Sosialurin |
Oyggjaleikir 2023 |
70.200,00 |
Sosialurin |
Hvussu hava barnafamiljurnar tað í Føroyum |
79.200,00 |
Portal.fo |
Føroyar á grønum vegamóti |
115.000,00 |
Sosialurin |
Flóttafólk |
66.000,00 |
Sp/f 01.01.14 |
Poddvarp um virðisøking |
89.761,54 |
Sp/f 01.01.14 |
Føroysk framleiðsla |
48.000,00 |
Eysturoyarportalurin |
Politiska sannføringin í Eysturoy |
130.000,00 |
Dimmalætting |
Hvørja pensjón skal eg velja |
50.000,00 |
Dimmalætting |
Michel |
150.000,00 |
Sosialurin |
Ung og miðlar |
71.500,00 |
Sosialurin |
Berlin |
77.000,00 |
Blue Faroe Islands |
Kvinnur í Sjóvinnuni |
150.000,00 |
Tilsamans |
|
1.399.661,54 |