Vit fáa 1000 skamtar í fyrstu syftu

23.12.2020 - 13:27
Innlendis›Heilsa
Vit fáa 1000 skamtar í fyrstu syftu
Teir fyrstu koma millum jóla og nýggjárs, og síðani kemur nýggj sending aðru hvørja viku
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Umleið 1000 skamtar av koppingarevni fyri koronasmittu koma til Føroya millum jóla og nýggjárs, og síðani kemur nýggj sending aðru hvørja viku.

Tað sigur landstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, í dag.

So hvørt, eitt fólk er koppsett, verður ein skamtur goymdur til næstu koppseting tríggjar vikur seinni, sigur Heilsumálaráðið, tí enn er stór óvissa um, hvussu nógvir skamtar koma.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026