3.000 bilar koyrdu í tunlinum í gjár

12.01.2021 - 13:17
InnlendisSamfelag
3.000 bilar koyrdu í tunlinum í gjár
Skal Eysturoyartunnilin svara seg, skulu meira enn 6.000 bilar koyra í tunlinum um samdøgrið
Hóast nógv færri bilar koyrdu í tunlinum i gjár, er eingin ætlan um at lækka prísirnar

Nakað oman fyri 3.000 bilar fóru gjøgnum Eysturoyartunnilin fyrsta samdøgrið, sum fólk skuldu gjalda fyri at brúka undirsjóvartunnilin.

Skal verkætlanin svara hvørjum sítt, skal talið verða dupult so stórt.

Men landið hevur tryggjað felagnum, at inntøkurnar vera tær, sum svara til stívliga 6.000 bilar um dagin.

Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlum, sigur, at alt ov tíðliga er nú at gera nakra niðurstøðu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086