Korona seinkar diabetesmiðstøð

12.01.2021 - 18:00
Innlendis›Heilsa
Korona seinkar diabetesmiðstøð
Málið er kortini ikki slept, vissar landsstýrismaðurin í heilsumálum um
Enn er ógreitt, nær ein formlig avtala verður gjørd millum føroyskar myndugleikar og Novo Nordisk-grunnin um diabetesmiðstøðina

Korona hevur seinkað ætlanini um eina diabetesmiðstøð í Føroyum, men ætlanin er ikki slept.

Tað vissar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, um.

Í fjør gjørdi Novo Nordisk-grunnurin av at lata Grønlandi 382 milliónir krónur næstu 10 árini til stríðið móti diabetes og øðrum vælferðarsjúkum.

Nýggja diabetesmiðstøðin í Grønlandi verður eftir ætlan liðug í 2024.

Kaj Leo Holm Johannesen veit ikki, nær ein formlig avtala millum Novo Nordisk-grunnin og føroyskar heilsumyndugleikar verður gjørd.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026