Fiskimálaráðið kærir til landsrættin

25.01.2021 - 15:12
Innlendis›Politikkur
Fiskimálaráðið kærir til landsrættin
Reiðarafelagið vann í Føroya rætti, sum ógildaði regluna um, at manningar skulu sleppa undan at rinda fyri kvotur, sum verða keyptar á uppboðssølu
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur, at grundarlag er fyri at kæra dómin í Føroya rætti til landsrættin

Fiskimálaráðið fer at kæra málið, sum Reiðarafelagið vann móti Fiskimálaráðnum í Føroya Rætti, til Eystara landsrætt.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Málið snúði seg um, at Føroya rættur ógildaði løgtingslógina um, at Fiskimálaráðið ásetti við lóg, at manningarnar skuldu sleppa undan at gjalda sín part fyri kvoturnar, sum reiðaríini keyptu á royndaruppboðssølu í 2016.

Hoyr Jacob Vestergaard í útvarpstíðindunum. Meiri verður at frætta klokkan í tíðindunum klokkan 18.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334