Skelti í Hoyvík vorðið partur av stríði á Wall St.

07.02.2021 - 13:08
InnlendisPengar
Skelti í Hoyvík vorðið partur av stríði á Wall St.
Eitt tað mest forvitnisliga stríðið á Wall Street í nýggjari tíð - stríðið um Gamestop-partabrævið - er nú eisini komið til sjóndar í Føroyum.

Stríðið millum lítlar íleggjarar og stór íløgufeløg um Gamestop-partabrævið hevur flutt seg út um Wall Street í New York.

Tað er eisini komið til Føroya.

Í øllum førum hevur onkur ónevndur bílagt pláss á lýsingarskeltinum við Hvítanesvegin í Hoyvík við einum boðskapi til allar íleggjarar um at halda fast.

Og myndin av skeltinum hevur eisini fingið bein at ganga á millum brúkarar á kjakforuminum Reddit, har stríðið byrjaði.

Lýsingin á húsavegginum var at síggja fríggjadagin; men er sunnudagin horvin aftur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571