Vikuskiftið

Vikuskiftið 16. jan 2026
16-01-2026
Sending við vikuskiftistilfari

Um vikuskiftið verða heiðurskonsertir fyri Peturi Pólssyni í Løkshøll. Vit vóru í tí sambandi fyrr í vikuni á gátt á Heygnum Mikla í Havn hjá Derhardi Jógvanssyni, presti og tónleikara, og prátaðu við hann um hansara leiklut í bólkinum Visible Fish í 90'unum, har Petur Pólsson var oddamaður. Vit endurspældu eina samrøðu við Petur frá 1016. Eisini ringdu vit til Petur Pólsson og spurdu hann, hvussu hann hevur tað í dag og hvørjar tankar, hann hevur í sambandi við, at hann verður heiðraður. Vit ringdu til Mimmy Vágsheyg, leiðara fyri Café Fríðu, um at Biskupsstøgarðurin letur upp næsta vikuskifti. Tað eru húsini, har Nólsoyar Páll búði saman við konuni. Vit ringdu til Trónd Vatnhamar, sum er í Oslo hetta vikuskiftið í sambandi við hondbóltsdystirnar hjá føroyska landsliðnum. Har er har sum áskoðari. Vit ringdu til Gunnar Restorff frá Dansifelagnum í Havn um barnadans í Norðurlandahúsinum. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn og prátaðu við Siri um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Leivur Thomsen legði til rættis. Gott vikuskifti! :-)

Vikuskiftið

Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.

Sending við vikuskiftistilfari
16-01-2026
Sending við vikuskiftistilfari
09-01-2026
Sending við vikuskiftistilfari
02-01-2026
Sending við vikuskiftistilfari
19-12-2025
Sending við vikuskiftistilfari
12-12-2025
Sending við vikuskiftistilfari
05-12-2025
Sending við vikuskiftistilfari
28-11-2025
Sending við vikuskiftistilfari
21-11-2025
Sending við vikuskiftistilfari
14-11-2025
Sending við vikuskiftistilfari
07-11-2025
Sending við vikuskiftistilfari
31-10-2025
Sending við vikuskiftistilfari
24-10-2025