Tekur ikki undir við uppskotinum

17.02.2021 - 17:40
Innlendis›Politikkur
Tekur ikki undir við uppskotinum
Helgi Abrahamsen tekur ikki undir við, at hybridbilar og plugin-hybridbilar sleppa bíligari í skrásetingargjaldi og fáa meirvirðisgjald afturgoldið

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum, tekur ikki undir við, at hybridbilar og plugin-hybridbilar skulu sleppa bíligari í skrásetingargjaldi og fáa meirvirðisgjald afturgoldið, fyri at stimbra grøna orkuskiftið. 

Og teir vóru heldur ikki við í uppritinum, sum Helgi Abrahmsen legði fyri landsstýrið.

Men uppritið til uppskot bleiv broytt, so at hybrid og plug-in hybrid bilar blivu partur av tí, tá Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, yvirtók málið.

Óheppin støða
Helgi Abrahamsen ásannar, at tað er ein óheppin støða, at tveir landsstýrismenn føra hvør sína kós í umhvørvispolitikkinum, men vísir aftur uppáhaldum um, at tað er Jørgen Niclasen sum stýrir umhvørvispolitikkinum hjá landsstýrinum. 

Landsstýrismaðurin staðfestir, at málið nú er latið løgtinginum til støðutakan, men sjálvur er hann sannførdur um, at upprunauppskotið, sum var uttan hybrid og plug-in hybrid bilar, var betri.

3. viðgerð av uppskotinum verður í tinginum í morgin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952