Samstarvið millum SEV og landið má fáa kreppuhjálp

19.02.2021 - 13:18
InnlendisSamfelag
Samstarvið millum SEV og landið má fáa kreppuhjálp
Fráfarandi formaðurin í SEV var bersøgin á eykaaðalfundinum fyrrapartin
John Zachariassen, fráfarandi formaður í SEV

Samstarvið millum landsstýrið og Umhvørvisstovuna øðrumegin og kommunurnar og SEV hinumegin hevur tørv á kreppuhjálp.

So bersøgin var fráfarandi formaðurin í SEV, John Zachariassen, tá nýggj nevnd varð vald á eykaaðalfundinum hjá SEV fyrrapartin.

John Zachariassen segði, at útboðið av vindmyllulundini á Gellingarkletti er eitt dømi av fleiri um grundleggjandi ósemjur millum Umhvørvisstovuna og SEV.

Knortluta sam starvið skumpar skiftið frá olju til varandi orkukeldur á eina óforsvarliga kós, tá ið hugsað verður um veitingartrygdina, segði hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Bjarni Árting Rubeksen tók myndir á eykaaðalfundinum hjá SEV fyrrapartin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044