Vinnuhúsið: Koppsett eiga at fáa framíhjárætt

bannari
01.03.2021 - 15:23
InnlendisSamfelag
Vinnuhúsið: Koppsett eiga at fáa framíhjárætt
Smáligheit og øvundsjúka eigur ikki at forða fyri, at liðugt koppsett fólk fáa lagaligari treytir enn tey, sum bara hava fingið fyrra prikið
Marita Rasmussen er stjóri í Vinnuhúsinum

Arbeiðsgevarafelagið biður nú myndugleikarnar skipa mannagongdir, tilmæli og ráðgeving um, hvussu samfelagið skal skipast øðrvísi, so hvørt sum alsamt fleiri fólk eru liðugt koppsett fyri korona.

Felagið er av tí áskoðan, at tey koppsettu eiga sjálvandi at sleppa at gera alt tað, sum verður mett at vera nóg trygt. Antin tað so er at ferðast um føroyska landamarkið við lagaligari treytum, ella at savnast á matstovum og til tiltøk í størri bólkum enn ókoppsett kunnu.

Smáligheit og øvundsjúka eigur ikki at forða fyri, at liðugt koppsett fólk í eitt tíðarskeið fáa lagaligari treytir enn tey, sum ikki eru liðugkoppsett sigur Arbeiðsgevarafelagið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558