Landslæknin: Eitt mistak at játta koppseting

bannari
03.03.2021 - 13:03
Innlendis›Samfelag
Landslæknin: Eitt mistak at játta koppseting
Lars Fodgaard Møller ásannar í dag, at hann helt ikki kunngerðina, tá hann gav Uttanríkis- og mentamálaráðnum játtandi svar
Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarnevndini, ásannar, at tað var eitt mistak at játta sendifólki at verða koppsett fyri koronu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

– Tað var eitt mistak av mær at játta umbønini frá Uttanríkismálaráðnum um at koppseta sendifólk fyri koronu.

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarnevndini.

Hann ásannar, at hann helt ikki kunngerðina, tá hann gav Uttanríkis- og mentamálaráðnum játtandi svar.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sigur í einum tíðindaskrivi í dag, at formaðurin í koppsetingarnevndini hevur fingið eina átalu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025