Umhvørvi: Tað almenna skal ganga á odda

10.03.2021 - 13:58
Innlendis›Politikkur
Umhvørvi: Tað almenna skal ganga á odda
Jóhannis Joensen, tingmaður, hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning
Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, fyrispurning um umhvørvið

Tað almenna skal ganga á odda á umhvørvisøkinum.

Tað heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um málið.

Jóhannis Joensen vil vita, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur til tess at minka um útlátið hjá tí almenna.

Fyri at minka um almenna CO2-útlátið, hevur norska stjórnin boðað frá, at frá 2022 skulu allir almennir stovnar bert keypa elbilar.

Jóhannis Joensen heldur, at líknandi mál eiga eisini at verða sett í Føroyum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391