Ternan fer ikki í sigling fyrr enn í apríl

24.03.2021 - 13:15
InnlendisPolitikkur
Ternan fer ikki í sigling fyrr enn í apríl
Sterkari rútar verða settir í á brúnni og salongini á Erlu Kongsdóttur, sum fer aftur í sigling um Nólsoyarfjørð
Ternan fer ikki í sigling í páskavikuni sum ætlað. Nú verður tað ikki fyrr enn eftir hálvan apríl, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður

Ternan fer ikki aftur í sigling fyrr enn eftir hálvan apríl.

Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í einum svari til munnligan fyrispurning frá Ruth Vang í Framsókn um Nólsoyarleiðina í tinginum fyri løtu síðani.

Ætlanin var annars, at Ternan skuldi fara í sigling í páskavikuni, men nú verður tað ikki fyrr enn eftir hálvan apríl.

Jørgen Niclasen sigur, at sterkari rútar verða settir í á brúnni og í salongini á Erlu Kongsdóttur, sum aftur fer at avloysa á Nólsoyarleiðini.

Hoyr landsstýrismannin í ljóðbrotinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949