Almennur Eysturoyartunnil verður bíligari enn privatur

Almennur Eysturoyartunnil verður bíligari enn privatur
Landsverk hevur kannað munin, og er komin til ta niðurstøðu, at verður Eysturoyartunnilin privatur, kann meirkostnaðurin verða millum 400 og 800 milliónir krónur

27.02.2012 - 09:01

Ein undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Streymoynna kann gerast munandi bíligari, um tað almenna eigur og rekur tunnilin.

Tað sigur Landsverk, sum hevur kannað málið.

Landsverk hevur gjørt kanningina eftir áheitan frá landsstýrismanninum í innlendismálum, og bæði landsstýrið og løgtingið eru kunnað um úrslitið.

Fleiri møguleikar eru at skipa ognarviðurskifti og fígging, men munurin á almennum og privatum ognarskapi er stórur, vísir Landsverk á.

Um eitt privat felag skal eiga og reka tunnilin, uttan at tað almenna á nakran hátt er uppií - eitt nú ikki at veita trygd fyri fíggingini - kann meirkostnaðurin fara at liggja millum 400 og 800 milliónir krónur. Tað veldst um, hvussu høg rentan á eini privatari verkætlan verður.

Privata tunnilsloysnin kostar sostatt minst 40 prosent meiri enn tann almenna loysnin, sigur Landsverk.

Um tunnilin skal fíggjast við tunnilsgjaldi, merkir hetta fyri ferðaprísin, at tað fer at kosta 37 krónur og 80 oyru at koyra gjøgnum ein almennan tunnil, meðan prísurin verður 79 krónur við eini privatari loysn - munurin er  41 krónur og 20 oyru.

Landsverk metir eisini, at verður Eysturoyartunnilin gjørdur sum ein almenn loysn, so eru góðir møguleikar fyri at lata tunnilin fíggja ein møguligan Sandoyartunnil. Hetta kann gerast við at seta ferðaprísin á báðum tunlum til 67 krónur.

Landsverk arbeiðir eisini við tankanum at fíggja tunlarnar við øðrum inntøkum, eitt nú við at leggja eyka avgjald á brennievni og við at hækka vegskattin á øllum akførum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097