West Tech eigur lægsta tilboðið

26.03.2021 - 13:46
Innlendis›Politikkur
West Tech eigur lægsta tilboðið
Fimm tilboð komu inn upp á arbeiðið at byggja nýggjan bygning til Sjóvinnustýrið
Stjórin í Sjóvinnustýrnum, Hans Johannes á Brúgv, fylgdi spentur við, tá tilboðini upp á nýggja bygningin vórðu latin upp á middegi

Á middegi vórðu tilboðini upp á bygningin til Sjóvinnustýrið, sum skal byggjast á Giljanesi, latin upp.

Bíligasta tilboðið er frá fyritøkuni West Tech, sum sigur seg kunna byggja fyri 22,9 milliónir krónur.

Dýrasta tilboðið er frá smápartafelagnum Joan Petur Vang. Tað er umleið 30 milliónir kr.

Fimm tilboð komu inn. Tey vóru frá Articon, Búsetri, smápartafelagnum Joan Petur Vang, Fastogn og West Tech.

Hoyr Róa Lamhauge, verkætlanarleiðara á Landsverki, í útvarpstíðindunum.

Tilboðini verða latin upp. Vinstrumegin Rói Lamhauge, verkætlanarleiðari á Landsverki
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334