Mælir til at raðfesta trygdina umborð á línubátum hægri

Mælir til at raðfesta trygdina umborð á línubátum hægri
Føroysk línuskip skulu gerast enn tryggari. Tað er niðurstøðan frá nýggjum eftirlitsátaki, sum bleiv sett í verk eftir at Kambur sakk í fjør
 
18.07.2025 - 15:40

- Vit síggja, at vatntættar hurðar standa opnar, meðan fiskað verður, og vit síggja eisini vantandi og regluligar venjingar av bjargingarúrgerð, og tað verður gjørt ov lítið við at venja við sløkkiútgerðini.

Tað sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sum júst nú hevur gjørt eitt eftirlitsátak, sum vísir, at trygdin á líniskipum eigur at betrast.

Eftirlitsátakið kemur sum ein beinleiðis avleiðing av syndarligu vanlukkuni við Kambi, sum sakk í fjør.

Niðurstøðan er, at hóast støðan sum heild er í lagi, so er rúm fyri ábótum.

Nøkur álvarslig viðurskifti krevja ábøtur, serliga upplæring, viðlíkahald og skjalfesting.

Hoyr innslag her:

Linuskip_og_trygd

 

12 skip vórðu kannað. Tey vóru Klakkur, Polarstjørnan, Núpur, Pison, Kambur, Stapin, Sandshavið, Mars, Jógvan I, Vesturhavið, Eivind og Jákup B. 

Atkomuviðurskifti, arbeiðsviðurskifti, bjargingarútgerð, vatntættleika, sløkkiútgerð, skrásetingar, vaktarhald, sertifikat, dragilúkur, happing, skelti og hvílitíð eru kannað.

Úrslitini hjá Sjóvinnustýrinum eru í frágreiðingini Átak 2024 - línuskipini, sum er á heimasíðu Sjóvinnustýrisins, fma.fo.

Sjóvinnustýrið fer aftur at kanna viðurskiftini umborð á línuskipunum í vetur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507