Fíggjarliga ráðiligt at seta myllur upp

19.04.2021 - 14:04
Innlendis›Samfelag
Fíggjarliga ráðiligt at seta myllur upp
Stjórin á Umhvørvisstovuni ger viðmerkingar til Kommunufelagið um vinduorkuútbyggingina
Ósemja er millum Umhvørvisstovuna og SEV um útboðið á Gellingarkletti, sum Vindrøkt hevur vunnið

- Vit halda, at tað er fíggjarliga ráðiligt at lata Vindrøkt seta vindmyllur upp á Gellingarkletti nú.

Tað sigur Sigurð í Jákupstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, eftir at stjórin í Kommunufelagnum um vikuskiftið fanst hvassliga at Umhvørvisstovuni fyri at leggja eina stóra eykarokning á brúkaran.

Ósemjan millum SEV og Umhvørvisstovuna snýr seg um útboðið av Gellingarkletti, sum Vindrøkt hevur vunnið. Vindorka hevur eina avtalu við festaran, Sigert Paturson, um at brúka lendið.

Gellingarklettur er eitt av bestu plássum í Føroyum til vindmyllulundir.

SEV bjóðaði í 2019 upp á Gellingarklett, men vann ikki útboðið, tí felagið hevur ikki atongd til lendið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329