Fleiri smittað av bretska koronuslagnum

bannari
05.05.2021 - 13:41
Innlendis›Heilsa
Fleiri smittað av bretska koronuslagnum
20 fólk eru í sóttarhaldi, men talið fer væntandi at vaksa í sambandi við smittusporingina
Trý fólk eru smittað av bretska slagnum av koronu, og í løtuni eru 20 fólk í sóttarhaldi

Fyri fyrstu ferð eru fleiri føroyingar smittaðir av bretska koronuslagnum.

Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, eftir at trý fólk hava fingið staðfest koronu seinasta samdøgrið.

Tey trý hava verið í sambandi við eitt fólk, ið fekk staðfest sjúkuna 14 dagar eftir, at viðkomandi kom aftur úr útlondum.

Sambært landslæknanum eru 20 fólk í sóttarhaldi í løtuni, men talið fer at vaksa í samband við smittusporingina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541