Koronusmittan leys í samfelagnum

03.06.2021 - 15:17
InnlendisHeilsa
Koronusmittan leys í samfelagnum
Tamarhald er ikki á smittuni í løtuni, sigur landslæknin
Lars Fodgaard Møller, landslækni

Átta nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár.

Sjey av teimum smittaðu eru í kendari smittuketu, men tað er ikki greitt, hvussu tað áttanda fólkið er smittað.

Fimm av teimum smittaðu hava ikki verið sóttarhaldi.

- Vit hava ikki tamarhald á koronusmittuni í løtuni, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Seinni í dag fer farsóttarnevndin at hava fund um støðuna, men landslæknin veit ikki at siga, um tilmælið frá nevndini verður, at Føroyar skulu lata aftur.

Hoyr samrøðu við landslæknan í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325