Barnalæknar mæla til at koppsseta børn frá 12 til 15 ár

Barnalæknar mæla til at koppsseta børn frá 12 til 15 ár
Barnalæknarnir á Landssjúkrahúsinum mæla til, at børn í aldrinum 12 til 15 ár verða koppsett fyri koronu, boðar Heilsumálaráðið frá.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.08.2021 - 08:58

Barnalæknarnir halda, at váðin fyri hættisligum hjáárinum er sera lítil samanborið við heilsuliga vinningin fyri alt fólkið, verður sagt í skrivinum. 

Hetta fegnast landslæknin um, tí koppseting av 12 til 15 ára gomlum er avgerandi fyri at røkka floksimmuniteti, sigur hann. 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur víðkað kunngerðina fyri koppseting fyri koronu eftir greiðum tilmæli frá koppsetingarbólkinum og við viðmæli frá barnalæknunum, nú kunngerðin eisini fevnir um yngra aldursbólkin 12 til 15 ár.

Nýggj kunning um koppseting av hesum aldursbólkinum er at finna á heimasíðuni, www.korona.fo.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891