Ógjørligt at halda kunngerð um hvílutíð

09.06.2021 - 13:34
InnlendisPolitikkur
Ógjørligt at halda kunngerð um hvílutíð
Skipara- og navigatørfelagið heitir á landsstýrismannin í vinnumálum um at taka vinnuna upp á ráð, so kunngerðin kann haldast
Annfinnur Garðalíð er formaður í Skipara- og navigatørfelagnum

Tað er ógjørligt at halda kunngerðina um hvílutíð, soleiðis sum fiskiskapurin er skipaður í dag.

Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og navigatørfelag, nú landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lýst nýggja kunngerð um hvílutíð.

Annfinnur Garðalíð fegnast tó um, at eitt nú hvílutíðin hjá fiskimonnum yvir 18 ár hækkar úr átta upp í minst 10 tímar um samdøgrið. Hann heitir tó á landsstýrismannin í vinnumálum um at taka vinnuna upp á ráð, so kunngerðin kann haldast.

Hoyr samrøðu við Annfinn Garðalíð í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873