Jørgen Niclasen: "Fólk fáa skaða av verkfallinum"

16.06.2021 - 18:59
Innlendis›Samfelag
Jørgen Niclasen: "Fólk fáa skaða av verkfallinum"
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at fólk longu eru komin illa fyri tí Pedagogfelagið ikki veitir undantøk undir verkfallinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

"Vit hava fingið upplýst, at tað eru veik fólk, sum vegna vantandi ansing, hava brotið seg sundir."

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur seg hava fingið at vita, at verkfallið hjá pedagogunum longu hevur gjørt, at fólk eru komin illa fyri. 

"Enntá eru fólk, sum eru innløgd á psykiatriska depilinum, tí tað hava vantað fólk (red.: pedagogar). Vit síggja longu nú, at tað eru fólk, sum fáa skaða." 

Undantøk eru neyðug, sigur Jørgen Niclasen, sum eisini sigur seg vera til reiðar at koma til samráðingarborðið. 

Hoyr samrøðuna við Jørgen Niclasen.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025