Norðurlandahúsið skal spara 3 mió. kr. næstu árini

01.07.2021 - 13:25
InnlendisSamfelag
Norðurlandahúsið skal spara 3 mió. kr. næstu árini
Norðurlendska Ráðharraráðið hevur lagt eina ætlan um at verða mesta burðadygga økið í heiminum í 2030, og í tí sambandi verða sparingar framdar á mentanarøkinum
Norðurlandahúsið skal spara fýra milliónir fram til 2024. Tað fer at merkjast, sigur stjórin
Mynd: Savnsmynd  

Norðurlandahúsið í Føroyum skal spara tríggjar milliónir frá í ár til 2024. Játtanin fer úr 14 milliónum niður í 11 milliónir í 2024.

Orsøkin er, at Norðurlendska Ráðharraráðið hevur lagt eina ætlan um at verða mesta burðadygga økið í heiminum í 2030, og í tí sambandi verða sparingar framdar á mentanarøkinum og á útbúgvingarøkinum fyri at hava pening til grøna orkuskiftið.

Sambært fíggjarætlanini hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum fer sparingin á mentunarøkinum at vera 18 prosent og 17 prosent á útbúgvingarøkinum.

Mentanarnevndin í Norðurlandaráðnum hevur á fundi í Norðurlandaráðnum 28.-30. juni átala sparingarnar.

Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum sigur, at vónandi sleppur hon undan at siga fólk úr starvi, men tað fer at merkjast, at húsið skal seta so stórar sparingar í verk. Longu í ár verða sparingar fyri 700.000 krónur framdar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634