Málið er at sameina ymisku meiningarnar um málið

06.07.2021 - 15:56
Innlendis›Samfelag
Málið er at sameina ymisku meiningarnar um málið
Tað eru nógvar meiningar um føroyska málið, og føroyska málkjakið kann onkuntíð gerast heitt. Tí er málið at sameina føroyingar um føroyska málið, sigur nýggja forkvinnan

Tað eru nógvar meiningar um føroyska málið, og føroyska málkjakið kann onkuntíð gerast heitt.

Ein tann fremsta uppgávan hjá Málráðnum er at sameina tær mongu ymsu meiningarnar um føroyska málið.

Tað heldur Helena Kannuberg, sum er nýggj forkvinna í Málráðnum.

 

Føroyskt væl fyri

Føroyska málið er væl fyri, men vit eiga ikki at taka okkara mál fyri givið, sigur Helena Kannuberg.

"Ein avbjóðing er, at talið av borgarum í Føroyum, sum ikki duga føroyskt, veksur."

Ein onnur avbjóðing hjá føroyska málinum er,sambært Helenu Kannuberg, at føroyskt ikki er so sjónligt á talgildu pallunum, sum serliga ungir føroyingar brúka nógv.

 

Sameinandi leiklut

Tað verður kjakast nógv um føroyska málið. Ein uppgáva hjá Málráðnum er at sameina tær mongu meiningarnar, sum eru um okkara mál.

Nýggja forkvinnan heldur, at Málráðið hava ein stóran leiklut í varðveitsluni og menningini av føroyska málinum.

Tilsamans 11 limir eru í Málráðnum, sum síðani skipar seg í eina starvsnevnd við fimm limum.

Nýggja Málráðið er valt fyri tíðarskeiðið frá 1. juli 2021 til 30. juni 2025.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115