Festivalar fáa pengar fyri at avlýsa

08.07.2021 - 16:15
ListTónleikur
Festivalar fáa pengar fyri at avlýsa
Landsstýrið sigur seg nú vera sinnað at endurrinda útreiðslur hjá tónleikafestivalum, sum avlýsa síni tiltøk í sambandi við almennu tilmæilni um at fyribyrgja koronasmittuni
Mynd: Kristfríð Tyril / Momo / G! festival  

Í fleiri mánaðir hava føroysku tónleikafestival fyriskipararnir roynt at fingið greið boð frá myndugleikunum um, hvørt teir kunnu halda festival í ár ella ikki. 

Hetta vísti Rúni Djurhuus frá Voxbotn-tónleikatiltakinum millum annað á í Degi og viku í síðstu viku. Tað sama hevur G! festivalurin eisini gjørt, segði Sigvør Laksá, G!-stjóri. 

Men nú kemur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum ketta úr høvdatrogi í tólvta tíma, og bjóðar sær til at endurrinda tónleikafestivalunum tær útreiðslur, sum teir hava av at avlýsa festivalin - eina viku áðrenn G! festivalurin eftir ætlan skal byrja.

Hetta hendir nú 33 smittutilburðir hava verið í tríggjar dagar.

Fyrireikararnir av Gfestivalinum fara at viðgera støðuna, og nú seinnapartin frætta vit frá teimum.

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ BÁRÐ Á STEIG NIELSEN

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin
207266
Sunnudag 19. apríl
Gudstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227